Donsk veljarakanning: 47,9 prosent til reyða blokk og 47,8 prosent til bláa blokk

Hvørki reyði ella blái blokkur klárar at telja uppí 90 uttan moderatarnar og føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð

Valstríðið í Danmark er av álvara skotið í gongd. Tann 2. Juli gav Sofie Carsten Nielsen, forkvinna fyri tey Radikalu, Mette Frederiksen forsætisráðharra eini kravboð. Hon kravdi, at skrivar Mette Frederiksen ikki val út áðrenn Fólkatingið letur upp aftur tann 4. oktober, so fella Tey Radikalu forsætisráðharran og stjórnina.

 

Í veljarakanning frá í morgun missa stjórnin og stuðulsflokkarnir meirilutan, ið annars hevur eyðkent meginpartin av valskeiðinum.

 

Sambært veljarakanningini, sum Epinion hevur gjørt fyri DR, fáa stjórnin og stuðulsflokkarnir tilsamans 84 tinglimir, meðan bláu flokkarnir fáa 86. Hetta merkir, at Moderatarnir ið standa til at fáa fimm umboð, og føroysk og grøndlendsk umboð kunnu blíva tungan á vágskálini.

 

Heilt nýggi Danmarksdemokratarnir við Inger Støjberg á odda, liggur á einum fjórða plássi við 10,8 prosentum. Danmarksdemokratarnir hava ikki nakran valevnislista, og hava ikki sagt hvat fyri politikk tey ynskja at føra. Flokkurin minnir mest um eitt mótmæli ímóti “teimum fínu salongunum í Keypmannahavn” sum Støjberg plagar at taka til.

 

Undirtøkan hjá Danmarksdemokratunum sær út til at kosta Danska Fólkaflokkinum dýrt. Sambært veljarakanningini fær Danski Fólkaflokkurin 2,1 prosent og er nær við at rúka úr fólkatinginum. Men Nýggju Borgarligu bløða eisini veljarar til Støjberg, sum nú stendur til einans 4,4%.

 

Løkke er fyrrverandi formaður í Vinstra og Støjberg er fyrrverandi næstforkvinna hjá Vinstra. Tey fóru bæði úr flokkinum fyrst í 2021. Síðani hava bæði stovnað egnan flokk og Støjberg hevur sitið eina treytaleysa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir, eftir at hon varð dømd í ríkisrættinum. Nú síggja bæði tvey aftur út til at fáa stóra ávirkan á framtíðina í donskum politikki.