Donsk/týsk Grønlandsvitjan í Malta

Á evangeliska fundinum, sunnukvøldið 7.mars, fær føroyska samkoman, Malta í Hirtshals, áhugaverda vitjan av dansk/týsku hjúnunum Heidè og Renè Bryld, sum hava virkað sum trúboðarar í Umanaq í Grønlandi seinastu 4 árini.

Tey koma at greiða frá trúboðaraarbeiðinum í Grønlandi, og koma eisini at siga frá teirra persónligu meting av missjónsarbeiðinum í dag. Tey koma at vísa myndir frá arbeiðinum, og børnini koma at syngja onkran grønlendskan sang.

Evangeliskt møti er hvørt sunnukvøld á Malta kl.18.00., men fyrsta sunnukvøld í hvørjum mánaði er sett av til at vera eitt danskt møti burturav, har tað bæði verður sungið og talað á donskum; og hetta møti, við Heidé og René, verður eitt danskt møti. Um tú kennir onkran á hesum leiðum, so ert tú vælkomin at siga viðkomandi frá møtinum komandi sunnukvøld á Malta, Vinkelvej 2 beint við gongugøtuna í Hirtshals - meiri centralt kann tað neyvan verða!!!

Heidé og René eru eini ung hjún, fyrst í tríatiárunum, við fimm børnum: Kasper, Marte, Sara, Lea og Maja. Heidé er úr Týskalandi, einum býi, sum liggur ímillum Dusseldorf og Køln, við navninum Dormagen. René er føddur og uppvaksin á Frederiksberg í Keypmannahavn. Hann er barnabarn hjá teimum vælkendu føroyavinunum í Keypmannahavn, Grethe og Henrik Thomsen, sum mangir føroyingar minnast frá møtunum í Thorsgade 40 á Nørrebrúgv.

Tey vóru bæði á bíbliuskúla hjá New Tribe Mission í Onglandi fyri 6 árum síðani, har eisini nógvir føroyingar hava gingið. Tá tey vóru liðug við skúlan gjørdu tey av at fara til Grønlands at virka sum trúboðarar. Tey siga sjálvi, at hesa avgerðina angra tey ikki, tí tey síggja andaliga tørvin klárari í dag, enn tá tey fyrst komu til Grønlands.

Tey gera nógv fyri at gera seg til eitt við fólkið í býnum, tí tey trúgva, at tað er treytin fyri møguleika at náa fólkið við evangeliinum, og eisini fyri at koma at kenna grønlendsku mentanina og grønlendska málið innanífrá. Við hesi persónligu kontaktini út til fólkið byggir tú eisini upp eitt náttúrligt vinarforhold við tann einkulta persónin, sum er av alstórum týdningi fyri trúboðaraarbeiðið her: Tey vitja inn í heimini, og eru við til ymiskar felags aktivitetir í býnum. René gongur til undirvísing í grønlendskum, tveir tímar um dagin, frá mánadegi til fríggjadag. Eisini hevur René arbeitt eitt skifti sum skrivari í rættinum í Umanaq, men tað hevur hann ikki stundir til nú, tí trúboðaraarbeiði krevur rættuliga nógv av hansara tíð.

Tey siga, at øll familjan er fallin væl til í Grønlandi, serliga børnini, sum sýnast at læra tað grønlendka máli væl, og onkur av børnunum tosar tað næstan flótandi, so tað líður væl, at tað verða børnini, sum koma at gera sítt til at læra foreldrini flótandi grønlendskt.

Hetta er fyrstu ferð, at tey vitja familjuna í Danmark og Týskalandi, síðani tey fóru avstað fyri fíra árum síðani. Tey hava verið í farloyvi síðani fyrst í august mánaða, og hesa tíðina hava tey vitjað kirkjur og samkomur bæði í Týskalandi og í Danmark.

Tey fara, um Gud vil, aftur til Umanaq seinast í juli mánaða, og so ganga tað allarhelst eini 4 - 5 ár áðrenn vit síggja tey aftur á okkara leiðum, men hvør veit um tey ikki tá leggja leiðina til Føroyar? - René eigur jú skildfólk í Føroyum, eina mostur í Vatnsoyrum og eina mostur á Glyvrum, og so eigur hann ikki minni enn 11 systkinabørn í Føroyum, og børnini hjá teimum eiga 25 trýmenningar, so tað er nakað at koma eftir í Føroyum, og tað skulu tey eisini vera hjartaliga vælkomin til.