Donsku myndugleikarnir vilja einki siga um málið við teimum sjey donsku ríkisborgarunum, sum somaliskir sjórænarar rændu fyri nøkrum døgum síðani. Talan er um eini foreldur við trimum børnum og tvey hjálparfólk, sum vóru á ferð kring jørðina í einum seglbáti.
Uttanríkisráðið í Keypmannahavn vil ikki gera nakra viðmerking til málið. Uttanríkisráðið hevur tó gjørt greitt, at Danmark tingast ikki við sjórænarar.
Danskir fjølmiðlar vilja í dag vera við, at herskipið Esbern Snare, sum er á leiðini eystur úr Somalia, hevur staðfest, hvar tann rændi báturin er, men hvørki herflotaleiðslan ella sjóverjan vilja siga nkað um tað.