Donsk smágenta smittað við VTEC

Donsku heilsumyndugleikarnir hava staðfest, at ein seks ára gomul genta er smittað við teirri vandamiklu tarmbakteriuni VTEC. Statens Serum Institut sigur, at gentan er vorðin smittað eftir at hava verið í sambandi við eitt skyldfólk, sum hevur tikið smittuna við sær úr Týsklandi.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt barn í Danmark er smittað við VTEC-bakteriuni.

Statens Serum Institut sigur, at higartil eru 25 danir smittaðir við VTEC-tarmbakteriuni. Talan er um 12 menn og 13 kvinnur í aldrinum 6 til 81 ár. 10 hava fingið trupulleikar við nýrunum.