Donsk reiðarí biðja um hjálp

Fíggjarkreppan hevur havt við sær, at donsk reiðarí, sum hava bílagt nýbygningar, hava ilt við at fíggja teir. Í løtuni hava donsk reiðarí bílagt umleið 300 skip, og í gjár vóru umboð fyri reiðarafelagið á fundi við Lene Espersen, búskaparmálaráðharra fyri at greiða henni frá støðuni.

Aftan á fundin segði ráðharrin, at hon skilir væl ta truplu støðuna, sum reiðaríini eru í. Avtalað varð, at reiðarafelagið skal lata ráðharranum eina frágreiðing, og síðani fer Lene Espersen at taka støðu til, um stjórnin skal rætta reiðarínum eina hjálpandi hond.

Talan verður tó ikki um at lata reiðaríunum beinleiðis statsstuðul, sigur hon.