Donsk rakettroynd miseydnaðist

Ein rakett, sum skuldi skjótast 30 kilometrar upp í loft eystan fyri Bornholm seinnapartin, vildi rakettin ikki fara uppfrá. Alt tóktist vera í lagi, tá niðurteljingin byrjaði stutt eftir klokkan hálvgum tvey okkara tíð, men tá niðurteljingin var liðug, hendi einki. Rakettin, sum eitur Thycho Brahe, varð standandi á flakanum einar 20 fjórðingar eystan fyri Nexø.

Peter Madsen og Christian von Bengtson, sum hava brúkt hálvt triðja ár til at gera rakettina, siga, at teir fara at gera eina roynd afturat um nakrar dagar.

Danska rakettverkætlanin hevur vakt stóran ans víða um heimin. Tíðindafólk úr fleiri londum vóru komin til Danmarkar at fylgja við uppskjótingini, og fleiri altjóða fjølmiðlar hava umrøtt rakettina.