Danska løgreglan hevur skuldsett eina kvinnu á Sælandi fyri at hava givið trimum fólkum eitur, so tey doyðu Løgreglan hevur skuldsett kvinuna fyri at hava givið manni sínum, vermammuni og einum øðrum fólki eitur, so tey doyðú.
Sambært løgregluni drap kvinnan fyrst ta 81 ára gomlu vermammuna, sum bleiv funnin deyð í apríl í 2006. Nakrar vikur seinni doyði maður hennara, uttan at nakar fekk illgruna til kvinnuna. Men tá ein maður, sum leigaði frá kvinnuni, doyði brádliga í oktober í fjør, fekk løgreglan illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt.
Kvinnan bleiv tó ikki tikin fyrr enn í vár, tá hon royndi at beina fyri sambúgva sínum við at stinga hann í hálsin við einum knívi.