Fýra dystir í seinna bólkaspælinum í UEFA Champions League vórðu leiktir týskvøldið, og meðan favorittarnir enn liggja greitt á odda í bólki C, er bólkur D nú fullkomuliga opin.
Bólkur C:
Søguligur týskur sigur
Stórdystur millum tvey av mætastu liðunum í Europa var á skránni, tá Real Madrid á heimavølli tók ímóti Bayern München. Undan dystinum hevði kongaliga spanska felagið ongantíð tapt á heimavølli fyri týskum liði, men hetta meti stóð longu til at falla eftir fyrstu 25 minuttirnar.
Tá høvdu týskararnir longu lagt seg á odda við málum frá Mehmet Scholl og Stefan Effenberg, men tá Morientes løtu seinni minkaði um munin, hildu spaniólarnir vónina við líka.
Móti endanum av fyrra hálvleiki økti brasiliumaðurin, Elber, til 3-1, og hóast Raul minkaði um munin í seinna hálvleiki, so kundi týsku meistararnir sláa sigurin fastan, tá Paulo Sergio skeyt seinasta málið í dystinum.
Eftir dystin var týski venjarin, Ottmar Hitzfeld, sum vera man ovurfegin. - Sigur okkara var fyrst og fremst orsakaður av álopsspælið okkara, helt týski venjarin fyri, og legði samstundis afturat, at hann nú var sannførdur um, at tað fór at eydnast tapandi finalistunum frá undanfarnu kapping at leika seg fram til fjórðingsfinalurnar.
Hóast norska Rosenborg hevði meginpartin av spælinum allan seinna hálvleik, so máttu teir lúta fyri Dynamo Kiev, sum vann sær ein 2-1 sigur á heimavølli.
Longu eftir 29 minuttum hevði ukrainska liðið vunnið sær eina tvey mála leiðslu við málum frá Alexander Khatskevich og Serhiy Rebrov, og móti endanum av fyrra hálvleiki kundi teir økt enn meira um leiðsluna, men Georgi Demetradze var óheppin, tá hann sendi bóltin á stongina.
Í seinna hálvleiki minkaði Jan Ivar Jakobsen um munin, og síðani legði Rosenborg stórt trýst á mótstøðuliðið. Mál komu tó eingi, tað sum eftir var av dystinum, hóast norska liðið einar tvær ferðir hevði risa stórar møguleikar.
Norska liðið hevur nú mest sum útspælt sín leiklut í bólkaspælinum. Nú helmingurin av dystunum eru leiktir, eru teir niðast við einum stigi. Bayern München er á odda við sjey stigum, Real Madrid hevur seks stig, og Dynamo Kiev hevur á triðja plássinum trý stig.
Bólkur D
Dani syrgdi fyri sensatiónini
Franska Marseille, sum einki stig hevði fingið burtur úr teimum báðum fyrstu dystunum, megnaði at vinna sær trý týdningarmikil stig, tá teir á heimavøllil vunnu 1-0 á enska (ella europeiska) Chelsea.
Avgerandi málið kom eftir einans 16 minuttum, tá Robert Pires úr sera spískum vinkli, sendi bóltin fram við Ed de Goey í Chelsea málinum.
Marseille hevði tó fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, tí enska verjan, sum var mannað við heimsmeistarunum, Desailly og Leboeuf, var alt annað enn væl skipað.
Venjarin hjá enska liðnum, Gianluca Vialli, fekk ikki gjørt stórvegis fyri at forða fronsku yvirvágini, tá hann var staddur á áskoðaraplássinum, orsaka av banninum hann fekk eftir útidystin móti Lazio. Hann mundi tó iðra seg, tá Tore Andre Flo í seinasta minuttinum av dystinum fekk ein risa møguleika, men frálíki stútari hansara, varð møttur av eini eins frálíkari bjarging frá Trevisan í franska málinum.
Í hinum dystinum í bólki D, megnaði hollendska Feyenoord at skapa mest óvæntaða úrslitið týskvøldið, tá teir á útivølli vunnu 2-1 á italska Lazio.
Fyrsta góða tíman var tó lítið, ið bendi á, at so skuldi verða, tí eftir at argentiski landsliðsmiðvallarin, Veron, eftir 37 minuttum hevði lagt italska stórfelagið á odda, var líkt til at heimaliðið hevði fult tamarhald á støðuni.
Mancini kundi eisini økt um leiðsluna, men skot hansara rakti stongina, og ísataðin kundi danski landsliðsleikarin gera sær dælt av sløsutum verjuspæli, tá hann tvær ferðir innan seinasta korterið legði bóltin í málið.
Við ósigrinum leygardagin misti italska liðið søguliga møguleikan at røkka metinum hjá Ajax, sum megnaði at leika 19 dystir í europeiskum høpi uttan at tapa. Undan dystinum týskvøldið, hevði Lazio ikki tapt í 18 dystum, men í 19. dystinum gekk tað so galið.
Óvæntaðu úrslitini týskvøldið høvdu við sær, at bólkur D nú er púra opin. Feyenoord, sum akkurát megnaði at leika seg fram til seinna bólkaspælið, er nú á odda við seks stigum, meðan favorittarnir báðir, Chelsea og Lazio, hava fýra stig hvør. Á fjórða plássinum er Marseille við trimum stigum.