Síðani seinnapartin í gjár hava 141 ferðafólk og manningin, sum telur sjey, verið umborð á donsku ferjuni Ærø, sum sigldi á eina grynnu miðskeiðis mllum Svendborg og Ærø.
Søværnets Operative Kommando sigur, at ein roynd at toga skipið avaftur miseydnaðist, og at nú verður bíðað, til tað fløðir aftur. Kanningar hava víst, at eingin sjógvur er í skipinum, og at eingin olja er runnin úr tí.
Tey 148 fólkini umborð hava tað eftir umstøðunum gott, sigur SOK.