Samrøða
- Eg eri uppvaksin við Struer, sum liggur við Límfjørðin í Miðvesturjútlandi. Tá eg skal útgreina fyri dønum hvagani eg eri ættaður, so útgreini eg tað frá Herning. Tá eg skal útgreina fyri føroyingum, hvagani eg eri ættaður, so útgreini eg tað frá Lemvig og Thyborøn, sigur Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. ?Danir eru væl kendir við ídnaðarbýin Herning, meðan mangir føroyingar kenna fiskivinnubýirnar Lemvig og Thyborøn. ?Sjálvur heldur Søren, at danir kenna alt ov lítið til Føroyar. Áðrenn hann møtti konuni Rudi, viðsti hann bara, at høvuðsstaðurin eitur Tórshavn, og at Føroyar eru 18 oyggjar. Hann heldur, at øll donsk skúlabørn burdu havt eina temaviku um Føroyar, og eina temaviku um Grønland. ?- At brúka eina viku av 10 árum uppá Føroyar, er nú ikki nógv, heldur hann. ?Søren hevur sent bræv til bæði Anders Fogh Rasmussen, og til danska kenslumálaráðið og biðið tey fáa tað lógarfest, at temavikur um Føroyar og Grønland verða partur av undirvísingarætlanini hjá donsku barnaskúlunum. Men í svarskrivinum frá danska kenslumálaráðnum hevur hann fingið at vita, at slíkt grípur inn í “valfrælsi hjá lærarunum”. ?Søren ætlar tó ikki at gevast so. Og nú tá danir hava fingið ein mann, sum er væl kendur við føroysk viðurskifti – Bertil Haarder – sum kenslumálaráðharra ætlar hann aftur at leggja uppskotið um temavikuna fram og vónar hann, at tað verður lógarfest. ?- Høvdu danir lært meir um føroysku samfelagið, mentanina og málið høvdu teir havt nógv minni fordómar um føroyingar, sigur hann. ?“ Sæt tæring efter næring. Gift dig aldrig med en færing” plagdu skúlafelagarnir at arga Søren við, tá hann funnið saman við Rudi. Umvent heldur Søren eisini, at hóast føroyingar duga danskt – meir ella minni – so hava føroyingar eisini ávísar fordómar um danir, at “alt ber til í Danmark”. Tað passar heldur ikki, danir hava eisini síni virði og sínar normar.
Ítróttarmaður
Sjálvur hevði Søren tað ein næstan kann kalla ein “føroyskan uppvøkstur”. Saman við systrunum – einari eldri, og einari yngri – hevði Søren ein tryggan uppvøkstur við Límfjørðin. Mamman er fólkaskúlalærari, og pápin er verkfrøðingur. Søren fekst nógv ítrótt í barnaárunum, og í ungdómsárunum. Millum 5 og 15 ára aldur svam hann nógv, og sum tanáringur, og til hann bleiv nøkur tjúgu ár róði hann við kajak. Hann fekst eisini við vektlyftning, aðkaði á rulluskoytum, og rann langteinar-renning. Søren hevur luttikið í einari trífaldari kajakmarton í Týsklandi. Teinurin er 135 km. Hendan teinin runnu Søren og hinir luttakarnir uppá ein dag! Søren hevur eisini luttikið í 120 km. marathon-renning í Danmark. Men luttakarnir runnu hendan teinin yvir 2 dagar. Søren hevur altíð havt góðan hug á teimum mildaru ekstrem-ítróttargreinunum. Í 2003 gingu hann og nakrir danir, og ein týskari, allan teinin úr Sandvík til Sumbiar. Við nøkrum steðgum tók túrurin 13-14 tímar. Í dag er Søren meiri staðkendur í fjøllunum í Suðuroy, og hevði tað tikið styttri tíð at fullført hendan teinin í dag.
Tók avgerðina í 3.g
Gjøgnum barnaskúlan og á studentaskúlanum í Struer lá betri fyri við teimum matematisku fakunum hjá Søreni. Men tað var seint í hesum tíðarskeiðnum, at hann tók avgerðina at fara at lesa búskap. At gerast farmaceutur lá rættuliga frammaliga í huganum hjá Søreni hesu árini. Men aftaná eina rundvísing á Farmaceutiska Háskúlanum slóknaði tann neistin í honum.
Tá Søren gekk í 3. g hevði hann ein verbróðir, sum las búskap. Svágurin tók Søren við til nakrar lestrartímar hjá tí tiltikna búskaparfrøðinginum Michael Theit á universitetinum í Keypmannahavn. Søren bleiv bergtikin, og tá var avgerðin tikin um at fara at lesa til Cand. Polit.
- Men eg fann skjótt út av, at ikki allir undirvísarnir vóru líka fangandi og áhugvaverdir sum Michael Theit. Men tað vísir seg, at summir eru góðir til at granska, meðan aðrir eru betri til at læra frá sær, sigur Søren.?Hann fór beinleiðis frá 3.g og at lesa á universitetinum í Keypmannahavn. Eingin kvota var tá, so tað lá ræðið fyri at sleppa inn til lesturin. Søren gjørdist Bachelor í 1996. Árið 1996-1997 brúkti hann nógva tíð til harða ítróttarvenjing fyri at síggja hvussu nógv hann kundi megna á hesum økinum. Árini 1996 til 1998 starvaðist han í danska fíggjarmálaráðnum. Lestrarárini hevði hann verið tað danir nevna “Studentermedhjælp” í fíggjarmálaráðnum. Árini 2000 og 2001 arbeiddi Søren hjá danska kappingarráðnum sum analytikari.
Til Føroya í 2001
Søren flutti saman við konuni Rudi til Føroya í 2001. Tey møtust á kollegiinum, har tey lesandi deildu køk saman. Frá 2001 til 2003 starvaðist Søren í Fíggjarmálaráðnum úti á Argjum. Í 2003 setti hann seg á ein uriaspost. Í 14 mánaðir var hann fíggjarleiðari á Almannastovuni. ?- Gjøgnumsnittið er ein livitíð uppá 9 mánaðir. So við at verða 14 mánaðir, setti eg næstan met, sigur Søren smáflennandi. ?Men seint á heysti 2004 lat ein hurð seg upp í Suðuroy. Mikkjal Sørensen segði seg úr starvinum sum stjóri á Suðuroyar Sparikassa, og Søren var settur sum stjóri frá 1. januar 2005. Men hann kom at starvast í Suðuroyar Sparikassa 1. desember 2004.
Ikki ein gráur massi
Søren Bruhn hevur longu sett gongd á fleiri nýggjar verkætlanir, sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann heldur, at hátturin føroyingur róku bankavirksemið var ov fornur, og at endurnýggjanir kravdust.
- Ein banki eigur at spyrja: “Hvat er tín tørvur, sum kundi her”. Man eigur at førka størri part av avgerðarrættinum yvir til kundan. Kundin má bestemma hvønn tørv hon ella hann hevur, og ikki bankin. Ein banki eigur ikki at síggja uppá privatkundar sum ein stóran gráan massa, sum skal standa við hattinum í hondini, og fáa eitt standard-lán við teimum somu treytunum yvir alla linjuna. Hvør kundi er eitt serstakt individ. ?- Man passar produktið til kundan í hvørjum einstøkum føri. Tí hevur Suðuroyar Sparikassi m.a. lansera “S-lán”, sum er eitt lán, har ein eisini nýtur skattakervið, sum lánsgrundarlag. Ì Danmark eru tey komin langt við pensjónsuppsparingum. Har eru tey almennu ískoytini til pensjóns-uppsparingarnar munandi størri enn í Føroyum. Í Føroyum eru vit enn í byrjunnarfasuni á hesum økinum.
Ekspandera
Søren sigur, at ætlanin hjá Suðuroyar Sparikassa er at ekspandera. Men nær bankadeildir opna uttanfyri Havnina og Suðuroynna, vil hann ikki seta tíðarfesting á. Men sum Søren sigur so væl á donskum:
- Vi skal være den kompetente, trygge og hyggelige bank for hele Færøerne.?Leiðslan í Suðuroyar Sparikassa hevur fingið loyvi at økja partabrævakapitalin, og tað fer at geva teimum stórar ekspansjóns-møguleikar.
- Bíligsti og besti háttur hjá útlendskum íleggjarum at koma inn á føroyska marknaðin er gjøgnum Suðuroyar Sparikassa.” sigur Søren ivaleysur.
___________________________________________
Fakta
Navn: Søren Lünell Bruhn
Føddur: 3. oktober 1974
Giftur: Rudi (fødd Nielsen)
Børn: Jens Erik (5), Bjørk (2) og Rasmus (1)
Bústaður: Trongisvágur
Útbúgvingar: Matematiskur studentur frá Struer Gymnasium í Jútlandi. Cand. Polit prógv frá universitetinum í Keypmannahavn, hevur prógv í Management frá Robert Gordon University í Aberdeen. Er við at gera seg lidnan við útbúgvingina sum fíggjarligur analytikari/ráðgevi.
Lestrarstørv?Um summarið arbeiddi eg á einum høsnarsláturhúsi. Tað var hart, men sera læruríkt. Var annars tað danir nevna “Studentermedhjælp” í danska Fíggjarmálaráðnum í 1996-1998.
Bilur: Opel Astra
Hús: Reisigildi verður her í Trongisvági fyrsta dagin. Petur Hammer hevur teknað húsini. Men fyrimyndin er tey donsku A-Z húsini.
Fartelefon: HTC S-620 ?
Fyrimyndir:
Eingin bestemtur. Mær dámar væl menniskju, sum traðka í karakter og vísa vegin. Tað eru mong áhugaverd menniskju, sum hava inspirerað meg, og sum hava fingið meg at hugsa: “Soleiðis kundi eg hugsað mær at gjørt”. Men ein, sum eg havi stóra virðing fyri, er Finn Lauritsen, fyrrverandi stjóri í danska kappingarráðnum.
??










