Donsk børn fáa nýggja avís

Berlingske Medie gongur ímóti tíðarrákinum og ger nýggja prentaða avís til børn

Talgilta tíðarrákið ger, at børn brúka meira og meira tíð til elektroniskar miðlar, og tað er vanliga góðtikið, at soleiðis er tíðin. Skalt tú hava samband við børn ella vekja teirra áhuga, skal tað næstan gerast við og umvegis teldur, teldlar og onnur elektronisk tól.
Í Danmark tekur miðlahúsið Berlingske Media nú eitt óvanligt stig – beint ímóti tíðarrákinum.
Mikudagin kunnugjørdi Berlingske, at tey fara undir at geva eina nýggja avís út. Eina avís, sum skal venda sær til børn í aldrinum millum 6 og 12 ár. Kids’ News kallast blaðið, sum skal koma út eina ferð um vikuna.

Hjálpa børnum
Kids’ News skal geva donskum børnum vinklar upp á søgur, sum eru frammi í tíðini. Tey skulu frætta um Sýria og Krim, men tey fáa eisini at vita, hvat Justin Bieber hevur tikist við, og hvussu tey kunnu seta hárið.
- Vit halda, at tað manglar ein avís fyri børn. Børn verða bombarderað av øllum hugsandi upplýsingum, men tað manglar onkur at hjálpa børnunum at navigera í miðlahavinum, og tað skal nýggja avísin gera, sigur Lisbeth Knudsen, sum er stjóri fyri Berlingske Media.
Kids’ News kemur út fyrstu ferð 25 apríl og kemur frameftir út hvønn fríggjadag. Blaðið verður 24 síður stórt.
- Vit hava kannað umstøðurnar sera væl, og greiningin vísur, at bæði børn og foreldur mangla nakað, tá ið tey ikki eru online, sigur hon.