Oljuleiting
Danska oljufelagið DONG, sum er tað útlendska oljufelagið, sum samanlagt er við í flestu loyvum á føroyska landgrunninum, er nú helst eisini tað felagið, sum er við í flestu loyvum hinumegin markið eisini, tvs. á bretska landgrunninum.
Eftir at hava bygt upp royndir og ekspertisu í olju- og gassleiðing og framleiðslu á donskum øki í Norðsjónum hevur Dong seinastu árini eisini hugt longur vestur og norður, og her serstakliga móti Atlantsmótinum. Dong var sostatt eitt av feløgunum, sum fekk tillutað loyvi í fyrstu føroysku útbjóðingini í tí sokallaða Faroes Partnership samtakinum. Seinni er felagið eisini farið uppí samtakið, sum Statoil stendur á odda fyri, og sum hevur bæði 6 og 9 ára loyvi. Herfyri keypti felagið seg so eisini inn í fleiri loyvi á bretska landgrunninum.
?..og so hendir hetta! Felagið hevur fingið tillutað ikki færri enn sjey leitingarloyvi í økinum vestan fyri Hetland. Um somu tíð hevur felagið so gjørt av at lata upp skrivstovu í London og hevur sett stjóra, Brent Cheshire, ið hevur royndir í oljuvinnuni hjá stórum feløgum sum Shell og Amerada Hess.
Sum nakað heilt nýtt verður Dong fyristøðufelag í einum av loyvunum. Talan er um eitt loyvi, sum liggur norðan fyri Laggan-gassfeltið, har felagið eisini eigur ein part uppá 20%. Annars liggja fimm av loyvunum, sum Dong hevur fingið tillutað, tætt upp at føroyska markinum, har felagið longu frammanundan er við í loyvum, báðumegin markið.
Altjóða leitistjórin hjá Dong, Søren Gath Hansen sigur, at økta virksemið og tillutaðu loyvini eru partur av strategiini hjá Dong at vera við í leiting á Atlantsmótinum við tí fyri eyga í framtíðini at kunna fara undir at framleiða olju og gass.
-Vit eru í ferð við at byggja upp eina sterka støðu í økinum vestan fyri Hetland, sum er eitt av teimum mest lovandi økjunum í Norðureuropa, hvat viðvíkur møguleikanum at finna olju og gass. Vit hava nú so mikið av virksemi í økinum, og grundarlag er fyri at stovna dótturfelag í Bretlandi og í tí sambandi hava vit fingið eitt gótt fólk at standa fyri felagnum. Tað skapar so aftur grundarlag fyri at menna forrætning okkara í bretska økinum sigur Søren Gath Hansen.
Í samrøðu við Sosialin sigur Dongstjórin, at loyvini, sum nú eru latin vestan fyri Hetland og har serliga uppat føroyska markinum vísa, at áhugin fyri hesum útjaðaraøkinum aftur er við at vaksa og kann tað hava nógvar spennandi avbjóðingar við sær. Her sipar hann ikki minst til møguleikan at fara undir fyrstu veruliga gassframleiðsluna frá gassfeltum í økinum. Lagganfeltið, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, og sum eftir øllum at døma er eitt stórt gassfund, verður møguliga bygt út í næstum. Avgerð skal takast um hetta næsta hálva árið. Fleiri stór oljufeløg so sum Total, sum eisini er fyristøðufelag fyri Laggan-feltinum, hava eisini fingið fleiri loyvi í 22. Rundu. Her serliga loyvi, sum liggur í tí sokallaða "gassøkinum" norðan og vestan fyri Hetland. Hugsast kann, at uppaftdur nýggj fund í hesum økinum, kunnu gera tað lønandi møguligt, at hevur verður bygt út ein rørleiðingsskipan.
Søren Gath Hansen sigur seg annars vóna, at áhugin fyri brestka økinum, eisini kann koma at ganga komandi leiting á føroyska landgrunninum. Dong verður so í hvussu er eitt av feløgunum, sum fer at meta um alt Atlantsmótið undir einum.