Í kvøld eru fráboðanir komnar um spreingingar fleiri staðni har eysturi í Ukraina.
Hetta hendir sama kvøld, sum forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at slagið um Donbas er byrjað.
Fyribils síggjast myndir og frásagnir í sosialu miðlunum, sum vísa atsóknir júst í Donbas-landslutinum.
Lokalir myndugleikar landslutinum siga, at tilsamans átta sivil fólk hava latið lív í Donetsk og Luhansk í dag.
- Hetta er helviti, sigur Serhij Hajdaj, sum er guvernørur í Luhansk-regiónini sambært BBC.
Guvernørurin leggur aftrat, at álopini, sum roknað hevur verið við í fleiri vikur, nú eru byrjað.