Donald Trump vil skriva undir og seta landið í undantaksstøðu

Forsetin í USA vil hava neyðugu fíggingina til múrin

Nú vil Donald Trump, forseti í USA, skriva undir fíggjarlógina og lýsa altjóða undantaksloyvi fyri at fíggja nógv umtalaða múrin, sum hann vil hava millum Mexico og USA.

 

Hesum boðar Sarah Sanders, sum er umboð hjá Hvíta Húsinum, frá á Twitter í kvøld.

 

Hetta inniber, at Donald Trump skrivar undir seinastu fíggjaravtaluna, sum amerikanska Kongressin hevur samráðst um. Hann hevur annars verið skeptiskur um avtaluna, tí hon kann sambært honum ikki fíggja tann múrin, sum hann vil hava.

 

Donald Trump forseti hevur fyrr hótt við undantaksstøðu fyri at kunna fíggja múrin uttan loyvi frá Kongressini. Undantaksstøðan kann sambært Ritzau geva honum møguleika fyri at fara uttan um Kongressina og skaffa fleiri pengar til grensumúrin, sum hann so leingi hevur lovað sínum veljarum.