Eg haldi, at forsetin hugnar sær rættiliga nú, sigur fyrrverandi valstríðsráðgevi hansara, Barry Bennet.
Eftir at tað eydnaðist at fáa valevni sítt til hægstarætt, Brett Kavanaugh, góðkendan, hevur amerikanski forsetin ført seg fram í miðlunum.
Hann bjóðaði journalistum upp í privatu kabinu sína í forsetaflogfarinum Air Force One. Hann ringdi inn til tey sjónvarps-show, sum honum dámdi best. Og hann broytir afturlatin tiltøk í Hvítu Húsunum til størri miðlahendingar.
Bara hósdagin hevið Trump fýra størri fundir við miðlarnar – harímilum eitt við rapparan Kanye West í Ovala Rúminum.
Tiltakið var lagt til rættis, tí at West var boðin til morgunmat í Hvítu Húsunum fyri at tosa um arbeiðsmøguleikar fyri fyrrverandi fangar eins og møgueikan at økja talið av verksmiðjustørvum í heimbý hansara, Chicago.
Men við skrivaraborðið hjá Trump tosaðu teir eisini um almannapolitikk og mentala heilsu, umvhvørvisvernd og ikki minst um viðringina, sum Kanye West hevur fyri amerikanska forsetanum, sum afturímóti vísti sína virðing fyri talugávunum hjá rapparanum.
Harumframt nýtti Trump 45 minuttir til eina telefonsamrøðu við konservativu morgunsendingina »Fox & Friends«.
Átøkini hjá Trump í miðlunum koma í einum tíðarskeiði, har hann hevur havt undanvind í miðlunum við hægstarrættarmálinum og eini nýggjari handilsavtalu við Kanada og Meksiko. Men forsetin er enn undir trýsti av kanningini av lutinum hjá Russlandi í forsetavalinum og frá meiningakanningum, sum benda á eitt politiskt tap fyri Republikanska flokkin hjá Trump á miðskeiðisvalinum í næsta mánaði.
– Eg haldi, at hann hugnar sær rættliga júst nú sigur fyrrverandi ráðgevin hjá Trump, Barry Bennet sum leggur dent á, at tað er farin ein heil vika nú uttan eina ringa søgu um forsetan.
Týsdagin byrjaði Trump dagin við einum tíðindafundi, har ST-sendikvinnan hjá USA, Nikki Haley, boðaði frá, at hon fer úr starvi á nýggjárinum. Trump svaraði journalistum í 20 minuttir, og so var friður, og hann endaði fundin við einum fyri honum óvanligan spurning: »Eru fleiri spurningar?«
/ritzau/AP