Don Ø væntar stórt arbeiðsloysi

Hvussu arbeiðsloysið fer at ávirka føroyskan fótbólt er enn óvist.

Í síðstu viku høvdu vit samrøðu við HB-venjaran, Frank Skytte, sum segði seg vænta fleiri danskar fótbóltsleikarar til Føroya í framtíðini.

Orsaka stóra talinum av arbeiðsleysum fótbóltsspælarum, roknaði Frank Skytte við, at fleiri útlendskir fótbóltsspælarar fóru at kanna sær møguleikan fyri at koma til Føroya at spæla.

Í grein í ekstrablaðnum mikudagin, sigur stjórin í FCK, Flemming Østergaard, at minst 5000 fótbóltsspælarar í Evropa fara at ganga fyri onki eftir 1. juli í ár. Ein orsøk til stóra arbeiðsloysið, sigur Østergaard verða, at flestu fótbóltsleikarar hava enn ikki skilt fíggjarligu kreppuna á fótbóltsmarknaðinum.

Um stóra arbeiðsloysið fer at ávirkan føroyskan fótbólt í framtíðini, er ilt at spáa, men eitt er vist, at tað helst fer at gerast lættari hjá føroyskum feløgum at knýta útlendskar spælarar til sín.

Røddir hava verið frammi um, at tað í fleiri dømum betur loysur seg hjá fótbóltsfeløgum- fíggjarliga, at leita sær styrk uttanlanda, tí fremstu føroysku leikararnir skulu hava nógv í løn.

Heldur kreppan á fótbóltsmarknaðinum á, so er ikki óhugsandi, at føroysku feløgini heldur fara at leggja seg eftir útlendskum leikararum, sum leikliga eru á hædd við føroysku spælararnar, men sum fáast til vega fyri ein bíligari penga.