Don Ø liðugur í Parkini

Hann hevur í dag boðað nevndini í Parken Sport & Entertainment A/S, at hann, eftir 13 ár á odda, ikki stillar uppaftur til nevndarformann, tá aðalfundur verður í apríl.

 

Í fráboðanini greiðir hann frá, at trýstið á hansara egna persón er blivið ov stórt.

 

- Tað hevur verið spennandi at standa á odda fyri Parken-samtakinum og F.C. København, men tað ógvusliga fokusið á mín persón teir seinastu mánaðirnar hevur verið sera krevjandi og eftir mínari meting einsrættað, sigur Flemming Østergaard í fráboðanini til nevndina í dag.

 

Ein av áfinningunum hevur verið tann ógvusliga lønin, sum Flemming Østergaard hevur fingið gjøgnum árini.

 

Lønmodtagernes Dyrtidsfond, LD, eigur 30 prosent av Parken og skal spýta 150 milliónir krónur í eina bjargingarætlan upp á tilsamans hálva milliard. Tað var eisini stjórin í LD, Carsten Koch, sum í november steðgaði persónligum milliónaútgjaldingunum til Flemming Østergaard, sum síðani 2002 hevur tryggjað formanninum 23,2 milliónir krónur í inntøkum.