Domenech hevur valt sær hópin

Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, heur gjørt av, hvørjar spælarar hann vil hava við sær til útidystin móti Skotlandi og heimadystin móti Føroyum

Fótbóltur

Zidane er kanska givin, men Frakland hevur framvegis ein krútsterkan landsliðshóp. Eingin ivi um tað.
Við spælarum sum Vieira, Henry, Malouda, Makelele, Saha og Wiltord fyri bert at nevna nakrar, skal føroyska liðið leggja heilt nógv fyri, skal bara eitt líkinda úrslit spyrjast burtur úr vitjanini í Fraklandi.
Hóast fleiri europisk stórfeløg eru at síggja á navnalistanum, so er eisini merkisvert, hvussu nógvar spælarar meistaraliðið, Lyon, hevur í hópinum. Teir eru ikki færri enn átta í tali, men tað merkir tó á ongan hátt, at franskur fótbóltur er um at gerast veikari. Heldur er tað greitt tekin um styrkina hjá Lyon, sum seinnu árini hevur gjørt alt meira um seg á altjóða pallinum. Ikki minst í ársins útgávu av Champions League, har teir higartil hava bast Real Madrid og Steaua Bukarest.
Franski hópurin: Málverjar: Grégory Coupet, Lyon, Mickael Landreau, Paris-St.Germain. Verjuspælarar: Eric Abidal, Lyon, Jean-Alain Boumsong, Juventus, Francois Clerc, Lyon, Julien Escudé, Sevilla, William Gallas, Arsenal, Willy Sagnol, Bayern München, Lilian Thuram, Barcelona. Miðvallarar: Alou Diarra, Lyon, Claude Makelele, Chelsea, Florent Malouda, Lyon, Jérémy Toulalan, Lyon, Patrick Vieira, Inter. Álopsspælarar: Sidney Govou, Lyon, Thierry Henry, Arsenal, Franck Ribéry, Marseille, Louis Saha, Manchester United, David Trezeguet, Juventus og Sylvain Wiltord, Lyon