Dómarin var merktur av hitaslag og vatnmangli

AFCON: Dómarin í gøludystinum var í ørviti, tá hann bríkslaði dystin av fimm minuttir ov tíðliga

Janny Sikazwe úr Sambia er mest umtalaði dómarin seinastu tveir dagarnar, eftir at hann bríkslaði dystin millum Mali og Tunesia av, fimm minuttir fyri tíð. Han tók dystin upp aftur, men bríkslaði aftur av ov tíðliga.

 

Nú hevur leiðslan í afrikanska dómarafelagnum úttalað seg um hendingina til afrikanska meistaraheitið, sum er í Kamerun í hesum døgum.

 

- Dómarin var merktur av hitaslagi og stórum vatnmangli, sum gjørdi at hann misti fokus og fór á sjúkrahúsið aftaná, sigur Essam Abdel-Fatah, ið er formaður fyri dómararnar hjá AFCON, ið er afrikanska versiónin av UEFA.

 

- Tað var tað, sum gjørdi at hann misti tíðarskilið, tá 80 minuttir vóru spældir, og endaði við at bríksla dystin av aftaná 85 minuttir. Tað var eisini tí, at fjórði dómarin skuldi taka sær av eykatíðini, tá dysturin skuldi setast í gongd aftur triðju ferð, sigur Essam Abdel-Fatah.

 

Landsliðsvenjarin hjá Tunesia var í øðini aftaná dystin, men úrslitið stendur við. 1-0 til Mali.