Tað var fyrradagin, at løgreglan tók ein 18 ára gamlan mann, sum varð skuldsettur fyri at hava framt harðskap um vikuskiftið. Eftir sum at hesin persónur hevði okkurt annað mál hangandi yvir sær, so ætlaði løgreglan at fáa hann framstettan í grundlógaravhoyring í gjár.
Talan var um ein tilburð, sum fór fram í onkrum privatum samanhangi, har hann var farin inn til ein persón í einum húsum í Havn og har hava fram harðskapin.
Tann órættaði hevur fekk onkrar snuddir og hevur verið undir læknahond og læknafrágreiðing er skrivað.
Men í grundlógaravhoyringini gjørdi dómarin av at lurta eftir manninum, sum eisini slapp til orðana, og valdi ikki at varðhaldsfongsla hann. Dómarin helt tað vera nóg mikið, at málið koyrdi sína gongd víðari.
Maðurin er framvegis skuldsettur.
Av øðrum málum úr døgnrapportini hjá løgregluni veit vaktleiðarin at siga frá, at úr Norðragøtu kom fráboðan um royk úr einum húsum. Tað vísti seg, at talan ikki var um eld, men um royk, sum kom frá eini grýtu.