Seinnapartin týsdagin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið annan dystin í hesari Nations League kappingini.
Í bólki 4 í deild C spæla Føroyar móti Lettlandi í Riga.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Tað verður 40 ára gamli, Duje Strukan úr Kroatia sum verður høvuðsdómari til dystin.
Duje Strukan dømdi Champions League undankappingardystin millum HJK Helsinki og Víking, ið var leiktur í Helsinki 17. juli í 2018. HJK vann dystin 3-1.
Duje Strukan hevur dømt altjóða dystir síðani 2017, og hevur tí fitt av altjóða royndum.
Nations League C, Bólkur 4
17:00 GMT - Riga (Skonto stadions)
LETTLAND - FØROYAR
Dómari: Duje Strukan CRO
Hjálpardómari 1: Bojan Zobenica CRO
Hjálpardómari 2: Alen Jakšić CRO
Fjórði dómari : Ante Terzić CRO
VAR dómari: Ivan Bebek CRO
VAR hjálpardómari: Mario Zebec CRO
UEFA dómaraeygleiðari: Petteri Kari FIN
UEFA umboð: Zaur Hacı-Məhərrəmov AZE