Dómari dripin fyri at vísa reyða kortið

Ein fótbóltsspælari í Argentina drap ein fótbóltsdómara aftaná at hava fingið tað reyða kortið

Í vikuskiftinum hendi ein sorgarleikur, sum hevur skelkað alt Argentina.

 

Í landslutinum Cordoba í Argentina hendi tað ófatuliga, at ein fótbóltsspælari skeyt ein 48 ára gamlan fótbóltsdómara til deyðis, tí fótbóltsdómarin vísti honum reyða kortið í einum dysti í einari lokalari fótbóltsdeild í Cordoba í Argentina.

 

Fótbóltsspælarin, sum fekk reyða kortið í fótbóltsdystinum í Cordoba kom rennandi inn aftur á vøllin, aftaná hann hevði fingið reyða kortið. Fótbóltsspælarin tók fram eina pistól, sum hann hevði goymt í ryggsekki sínum, og hann skeyt tann 48 ára gamla fótbóltsdómaran, Cesar Flores til deyðis. Eftir hetta skeyt drápsmaðurin 25 ára gamla fótbóltsspælaran, Walter Zarate í bróstið. Walter Zarate kom á sjúkrahúsið í tøkum tíma, og staðfest er, at hann fer at koma seg aftur aftaná skottilburðin. 

 

Fótbóltsspælarin er eftirlýstur av argentinsku løgregluni, og vónar argentinska løgreglan at kunna handtaka drápsmannin innan stutta tíð.