Hóast flogbóltskappingin bara akkurát er komin í gongd, er longu fleiri ferðir komið fyri, at dómarar ikki eru møttir til dystir. Tað merkir sum oftast, at spælarar og onnur standa til fánýtis og bíða, tí ikki ber til at spæla ein góðkendan og skrásettan dyst uttan døming.
Nú rópar Flogbóltssambandið varskó og ger vart við, at tað “má og skal ikki koma fyri”, at dómarar ikki møta til dyst. Fyri at forða fyri, at hetta endurtekur seg, hevur Flogbóltssambandið gjørt av, at grein 13 í kappingarreglunum nú veruliga verður sett í verk.
Tað vil siga, at heimafelagið altíð skal seta seg í sambandi við ásetta dómaran í síðsta lagi ein dag áðrenn dyst. Á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum verður hetta skorið út í papp, tí víst verður á, at tað altíð ber til at finna telefonnummur hjá dómarunum á heimasíðuni.
Er eingin dómari ásettur, skal ringjast til umboðsfólkið hjá felagnum, sum stendur at døma dystin, og eisini har vísir Flogbóltssambandið á heimasíðuni á, hvar telefonnumrini kunnu finnast. Telefonnummurini hjá hesum standa eisini á heimasíðuni hjá FBF undir “Umboðsfólk”.










