Í fjør avdúkaði UEFA-forsetin, fraklendingurin Michel Platini eina ætlan um at innføra eitt kort aftrat í fótbóltsdystum, umframt reyða og gula kortið, sum eru galdandi í dag.
Talan skal verða um eitt hvítt kort, sum skal geva spælarum fimm ella tíggju minuttirs útvísingar fyri at filma, kjaftaslit og óítróttarligan atburð annars.
Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur royndarkoyrt hvíta kortið í nøkrum ungdómskappingum, og afturmeldingarnar eru í tí stóra og heila ógvuliga jaligar.
Dómaralegendan, italski Pierluigi Collina, sum nú er dómaraleiðari hjá UEFA stuðlar innføringina av hvíta kortinum. Sambært svenska Aftonbladet heldur Collina, at tað er sera týdningarmikið at sláa niður á filming, kjaftaslit og annan óítróttarligan atburð, sum ikki hoyrir heima í fótbólti.
54 ára gamli Collina, sum av mongum verður mettur at verða besti dómari nakrantíð undirstrikar tó, at semja er ikki í UEFA um hvussu long útvísingin skal verða, tá ein spælari fær tað hvíta kortið. Arbeitt verður við einari loysn uppá bæði fimm og tíggju minuttir.
Dómaraleiðarin hjá tí norska fótbóltssambandinum, Terje Hauge er eisini jaligur um tað hvíta kortið. Hann undirstrikar í samrøðu við norska TV2, at hann persónliga tekur undir við ætlanini, men at tey í norska fótbóltssambandinum hava ikki tikið eina endaliga støðu til tað hvíta kortið. - Eg gevi øllum stuðul, sum fremur fótbóltin. Hvíta kortið má fyrst vinna frama í UEFA og FIFA, og so royndarkoyrast í nøkrum ungdómskappingum, áðrenn vit kunnu síggja, at tað hvíta kortið verður endaliga innført í altjóða fótbólti, staðfestir Terje Hauge.