Beiggi Dolly Parton, tónleikarin Randy Parton, er deyður av krabba, 67 ára gamal.
Á facebook hevur amerikanska sangkvinnan Dolly Parton lagt út kensluborið skriv, har hon minnst beiggja sín, sum í mong ár spældi í bólki hennara.
- Beiggi mín Randy megnaði ikki at vinna bardagan móti krabbasjúkuni. Eg og famlijan syrgja. Men vit vita, at hann er eitt betri stað. Vit eru ein trúgvandi familja, og trúgva, at hann nú er tryggur hjá Guði, og at nú møta honum tey í familjuni, ið fóru undan, skrivar Dolly Parton.
Og hon heldur fram:
Randy var góður sangari, sangskrivari og entertainari. Han sang og spældi bass í mínum bólki í mong ár. Hann stóð á odda fyri egnum framførslum í Dollywood, síðani tað lat upp í 1986.
Dolly Parton, sum herfyri fór um tey 75 árini, minnist serstakliga eina hending, sum hevur havt týdning Fyri hana og yrkisleiði hennara, og tað var tá Randy sang saman við henni á Okd Flames Can’t Hold A Candle To You. Hetta metir Dolly sum eitt hæddarpunkt á yrkisleið síni.
Eftir Randy Parton sita, umframt mongu systkinni, konan Deb, dótturin Heidi, sonurin Sabyn og børn hansara Huston og Trent.
Á Myndini ovast síggjast Dolly Parton og Randy á palli sman við dottur hansara Heidi.
##med2##
Dolly Parton fór um tey75 árini fyri stuttum