24. september gevur Posta út frímerki við úrmælinginum Daniel J. Danielsen, vanliga nevndur Dollin, á. Frímerkið vísir á sambandið millum Dollan og Congo fyrst í undanfarnu øld.
Dollin var púra ókendur fyri nøkrum fáum árum síðani. Tey vóru fá, sum vistu um hann, og so at siga eingin kendi hansara søgu í Congo.
Óli Jacobsen hevur skrivað søguligt tilfar í Sosialinum síðan 2007. Tað er í hesum sambandi, at leiklutur Dollans so við og við komin undan kavi. Vit vita nú, Dollin hevði ein avgerandi leiklut í rørsluni »Congo Reform Movement«, sum førdi til, at belgiski kongurin Leopold 2. mátti lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn í 1908.
Í 2012 gav Óli út bók um Dollan. Í sambandi við frímerkjaútgávuna skrivar Óli Jacobsen nýggja bók um Dollan á enskum, sum undirbyggir hesa niðurstøðu, sum eisini verður viðurkend av altjóða søgufrøðingum.
Avmyndaði yvirgangin móti fólkinum
Tað byrjaði soleiðis, at Dollin er skipari og maskinmeistari á skipinum, sum bretski konsulin í Congo, Roger Casement, nýtti á Congoánni á heysti 1903 at kanna viðurskiftini har. Henda ferðin endaði við »Casement frágreiðingini« í 1904, sum staðfesti ræðuleikarnar í Congo. Casement rósar Dollanum til skýggja fyri hansara dugnaskap og hann váttar, at uttan Dollan hevði ferðin ikki verið so væleydnað, sum hon gjørdist.
Aftur komin til London í oktober 1903 byrjaði Dollin eina fyrilestrarøð við ljósmyndum um støðuna í Congo. Hetta førdi til rættiliga øsing í Bretlandi, ikki minst, tí Dollin vísti myndir av fólki við avhøgdari høgru hond, sum var ein partur av yvirganginum í Congo. Úrslitið av hesi fundarrøð var stovnanin av »Congo Reform Associaton«, sum helt fram við hesi herferðini móti stýrinum hjá Leopold, ið førdi til at hann mátti lata Congo frá sær.
Tað er vanliga fatanin millum søgufólk, at tað vóru hesar myndir, sum vóru avgerandi fyri hetta úrslit. Men í søguskriving er Dollin púra gloymdur, og onnur hava fingið æruna av hesum avriki og hesum myndum. Í dag kann staðfestast, at Dollin hevur tikið myndirnar. Ein tann kendasta er myndin av níggju fólkum við avkvettum hondum. Tær eru serliga kendar frá bóklingi, sum kendi amerikanski rithøvundurin rithøvundurin Mark Twain gav út i 1905 um yvirgangin í Congo. Við at googla »Congo atrocities« finnur tú myndirnar.