Dollars - nú sum filmur.

Einaferð um vikuna ruddaði kenda amerikanska sendirøðin "Dollars" gøturnar, og tað vóru sera nógvir føroyingar, sum trúliga fylgdu við í lívunum hjá familjuni Carrington.

Vit "hildu við" buisnessmanninum Blake Carrington og vøkru konu hansara, Krystle - og vit øtaðust av tí, sum útspekuleraða ekskonan, Alexis, fann uppá.
Dollars er onkusvegna ein ímynd av 80'unum, tí røðin byrjaði í 1982 og gekk í samfull sjey ár á rað. Men nú er ætlanin at blása lív í aftur gomlu røðina við at innspæla hana sum film.
Esther og Richard Shapiro, sum vóru fólkini handan røðina, siga, at tíðin nú er komin at endurskapa Dollars.
Eftir øllum at døma fer filmurin at snúgva seg um Blake Carrington, tá hann var ungur, og tá hann møtti Alexis afturi í 60'unum. Um vit fara at síggja nakað til Krystle, sigur søgan einki um.
Men filmurin fer at hava ein nógv størri fíggjarkarm enn sjónvarpsrøðin hevði, og fyrireikararnir lova eisini meiri action og fleiri heitar ástarleikir, enn røðin vísti.
Tað var John Forsythe, sum spældi Blake Carrington. Han doyði í fjør, 92 ára gamal.
Krystle varð spæld av Lindu Evans, sum í dag er 68 ára gomul, og Alexis var spæld av Joan Collins, sum nú er vorðin 77 ár.
Enn er einki sagt um hvørjir leikarar skulu gera teimum kynstrið eftir og verða við í filminum.

Hvussu er og ikki, so verður tað óivað nostalgi fyri allar pengarnar. Antin tað - ella eitt fullkomið kiks. Livst so spyrst.