Dollarin var í síðstu viku stuðlaður av inn-floyminum av valuta til USA, sum gott og væl fyllir ta hol upp, sum hallið á handilsjavnanum vísir. Útlendskur kapitalur brúkar tann fyrimun tað er at seta peningin í amerikansk statsvirðisbrøv, sum geva eina góða og høga rentu. So leingi hetta stendur við, at útlendingar hava fyrimun av amerikansku rentuni, ber til at liva av "lántum pengum" í USA. Búskapartølini, sum komu í vikuni, væntast at geva amerikanska centralbankanum, The Fed, argumentir fyri at hækka rentuna í smáum bitum, eins og teir hava gjørt alt farna árið. Rentuhækkingin í USA væntast at halda fram árið út, og kanska væl inn í 2006.
Í Eurolandi er støðan nakað tann sama "treka", sum er lýst fleiri ferðir í hesum teigi. Men kanska er ljós fyri stavn í Týsklandi (sí grein aðrastaðni í blaðnum í dag). Franska framleiðslan vaks bert við 0,1% í seinasta mánaða. Men virkir, sum flyta vørur út til triðja land, hava havt fyrimun av lága euro-kursinum. ES hevði eitt avlop á handilsjavnanum uppá 6,6 milliardir í seinasta mánaða. Tað er nógv, eisini í mun til USA, sum hevur stórt hall.