Dollarin styrktur

Sambært Bloomberg eru nú tekin um, at ringasti parturin av fíggjarkreppuni er um at vera av Dollarin er hesa vikuna styrktur 2,6% í mun til Evruna, og tað hevur birt undir vónina um, at ringasti parturin av fíggjarkreppuni nú er av.

Millum annað hevur tað havt stóra ávirkan, at ein av stóru amerikonsku bankunum, Wells Fargo, hevur boðað frá einum úrsliti upp á tríggjar milliardir fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar.

- Úrslitið hjá Wells Fargo gevur ábendingar um, at fíggjarkreppan nú spakuliga gerst minni, sigur leiðarin á valutadeildini hjá Tokyo Forex & Ueada Harlow, Masanobu Ishikawa, við Bloomberg.

Spenningurin er stórur, nú fleiri aðrir amerikanskir bankar í komandi viku skulu almannakunngera síni tøl fyri fyrsta ársfjórðing, og hartil verður tað mett sannlíkt, at evropiski Miðbankin aftur fer at lækka rentuna, tá rentufundur verður hildin tann 7. mai.