Virðið á amerikanska dollaranum er minkað so nógv, at tað er tað minsta síðani miðskeiðis í nítiárunum. Amerikanski dollarin fekk ein frammaná í gjár.
Dollarin er nú so lítið verdur, at mótvegis evruni er virðið tað minsta í tólv ár.
Men dollarin er eisini viknaður nógv mótvegis donsku krónuni. Í gjár kom hann niður á 5,42 krónur, og so veikur hevur hann ikki verið mótvegis krónuni í meiri enn tíggju ár.