Seinastu mongu vikurnar hevur kringvarpsmaðurin Suni Merkistein arbeitt við at framleiða ein tíma langan sjónvarpsdokumentar um minniliga 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona.
Sunnudagin eru júst 20 ár liðin síðina stórhendingin fór fram, og tí verður sendingin víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 20.30 sunnukvøldið.
- Vit fara at royna at gera eina søgu um hendan fyrsta altjóða dystin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í einari undankapping.
Talan er um mest umrødda dystin føroyingar nakrantíð hava spælt í altjóða fótbólti, og tað eru fleiri sum halda, at hesin fær ikki verið annað enn besta úrslitið vit hava fingið hesi 20 árini, greiðir Suni Merkistein frá.
- Øll kenna søguna um hendan dystin, men sjálvur haldi eg ongantíð, at søgan um hendan dystin er fortald fullgott. Tað hevur leingi verið í huga mínum, at ein átti at fingið søguna fortalda fult út við aktørunum sjálvum, sum høvuðsleikarum. Vit fóru undir uppgávuna í summar, og vit fingu teir flestu av spælarunum við. Vit fáa eina sending uppá ein tíma, har vit við myndum, viðmerkingum, rómi, og fyri okkum nýggjum upptøkum frá eysturríkska sjónvarpinum fara at bryggja saman eina veitslukenda løtu á sjálvum 20 ára degnum fyri hesum ógloymandi dystinum. Fyri eysturríkarar er eisini talan um ein dyst, sum er líka minniligur, sum fyri okkum. Fólkini eg havi samskift við í Eysturríki minnast enn sera væl hendingina. Tey siga, at tey so smátt eru komin yvir tann stóra skelkin, greiðir Suni Merkistein frá.









