Sunnudagin kom nýggjur dokumentarur út um tíðina, tá føroyska samfelagið varð lagt lamið á vári í fjør. Pólski leikstjórin, Kuba Witek, var í Føroyum tá og hann nýtti høvi at gera dokumentarin, ið kallast »Together in Isolation«, um avbjóðingarnar, eitt lítið samfelag hevur í stríðnum við eina globala hóttan, sum korona er. Føroyar er eitt av teimum fáu samfeløgunum, ið skjótt og munadygt hevði tak upp á støðuna, tí føroyingar tóku hóttanina í álvara og harvið smoygdu sær undan syndarligu avleiðingum, sum kundu havt rakt eitt so lítið og fjarskotið samfelag.
Í filminum tosar leikstjórin við fleiri navnframar føroyingar, sum á sín hátt millum annað greiða frá um aðrar sjúkur, sum hava havt syndarligar fylgjur í Føroyum og um óttan, sum eisini fylgdi við tíðindunum um koronu, og um tiltøk, ið vórðu sett í verk ta fyrstu tíðina.
##med2##