Dokumentarfilmurin um Ruth Smith liðugur

Í november verður filmurin frumsýndur.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við einum dokumentarfilmi um kendu listakvinnuna Ruth Smith.

 

 

Nú boða fókini aftanfyri verkætlanina frá, at komið er á mál.

 

 

Nú er filmurin liðugur og bleiv umleið 35 minuttir og nú nærkast frumsýningin í Vági. Nærri um akkurát nær seinni, men tað verður so í november. Og aftan á fara vit runt í Føroyum við filminum. Jóhannus E. Johansen, klipparin og sum eisini ger special effect, hevur gjørt eina flotta plakat til filmin, verður sagt í stuttu fráboðani á facebook vanganum, ið hevur heitið Ruth Smith Dokumentarfilmur.

 

 

Ruth Smith hevur verið nevnd ein hin fremsta listakvinnan í føroyskari list, og ein hin fremsti koloristurin. Hon var fødd í Vági í 1913 og doyði í 1958.

 

 

Árni Nicolejsen hevur staðið á odda fyri hesi filmsverkætlanini.