Í fleiri vikur hevur eitt filmslið fylgt føroyska parinum Trygva Danielsen og Daniu O. Tausen - og eisini vinkonuni Marjun Drós Poulsen. Nú er dokumentarfilmurin, sum hevur fingið heitið "Skál", liðugur.
Filmurin er gjørdur av føroysku Mariu Guldbrandsø Tórgarð og donsku Cecilie Debell, og framleiðararnir eru Made In Copenhagen og Kykmyndir.
– Tað hava verið tvey góð, stríggin, lærurík, hørð og stuttlig ár í samstarvi við dugnaligastu og vakrastu menniskjunum - og endiliga skumpa vit okkara lítla baby úr reiðrinum, skrivar Maria Guldgrandsø Tórgarð á Facebook og leggur aftrat, at fleiri upplýsingar koma seinni.
Dokumentarfilmsfestivalurin CPH:DOX hevur valt filmin Skál út sum ein av 15 filmum, ið skulu kappast um áskoðaravirðislønina DOX:AWARD. Talan er um ein av heimsins størstu dokumentarfilmsfestivalum, sum er frá 21. apríl til 2. mai.
Filmurin er framleiddur í samstarvi við NORDDOK - filmur um Grønland, Føroyar og Danmark.