Dømdur til fýra vikur í varðhald

Klokkan tvey í dag var grundlógaravhoyring í Føroya rætti, har ein ungur maður var undir ákæru fyri harðskap í náttarlívinum.


Les eisini: Settur fastur fyri harðskap í Havn


Løgreglan handtók hann í morgun, aftaná hann fyrr um náttina hevði sligið ein annan mann í andlitið við einum glasi. Tilburðin fór fram á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum.


Av tí, at ungi maðurin áður hevur verið í hóslag við løgregluni í samband við fleiri líknandi mál, varð avgjørt at krevja hann varðhalsfongslaðan í nakrar vikur, áðrenn hann verður royndur fyri harðskap.