Ein 27 ára gamal maður skal í fongsul í fýra mánaðir, eftir at hann í Føroya Rætti fyrr í vikuni varð dømdur fyri grovan harðskap gamlaárskvøld. Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani hann varð handtikin 4. januar.
Sjálvur hevði maðurin ikki so nógv at siga um hendingina, sum fór fram gamlaárskvøld. Hann sigur, at hann einans minnist fram til midnátt og síðani einki, fyrr enn hann vaknar aftur nýttársdag. Hann hevði verið í býnum og drukkið heilt fitt, so mikið visti hann.
Ákæruvaldið førdi fleiri vitni í málinum, sum høvdu sæð hendingina, umframt at órættaði eisini vitnaði. Órættaði greiddi frá, at hann júst var komin inn í eina matstovu í miðbýnum í Havn, tá hann varð raktur av onkrum í nakkan og small í gólvið. Hann visti ikki hvat tað var, men fekk seinni at vita, at tað var ein fløska. Hann visti ikki, hvør hevði tveitt fløskuna ella hví.
Ungi maðurin greiddi frá, at hann eina tíð misti hoyrnina í høgra oyra, umframt at andlitið gjørdist partvís lamið, og at hann enn gongur til kanningar á Landssjúkrahúsinum fyri at kannað, um nakar fylgiskaði er tengdur at harðskapinum. Hann hevur ikki megnað at røkja sítt arbeiði, umframt at skaðin hevur darvað skúlagongdini nógv.
Onnur vitni greiddu frá, at nógv fólk var á matstovuni hesa náttina.
- Onkur bardagi hevði verið, men tað stilnaði skjótt aftur, men brádliga sleingir ákærdi so eina tóma brennivínsfløsku inn í mannamúgvuna, greiddi eitt vitni frá. Eitt annað vitni sigur, at ákærdi kom rennandi inn í matstovuna og tveitti so fløskuna.
Ákærdi og órættaði kenna ikki hvønn annan og høvdu ikki nakað útistandandi frá fyrr á kvøldið, so harðskapurin tykist ógvuliga tilvildarligur. Ákæruvaldið bað tí um fimm mánaðir fongsulsrevsing. Hon vísti á, at ákærdi var ógvuliga fullur, men kortini eigur at skilja, at um ein tveitir eina brennivínsfløsku tvørtur yvir eini mannamúgvu, at sannlíkindini eru stór fyri, at hon rakar onkran.
Ákæruvaldið metti eisini, at tað hevði týdning, at ákærdi einans hevði gingið leysur í eina viku. So seint sum jólaaftan var maðurin leyslatin úr fongslinum, har hann hevur sitið fyri tveir aðrar harðskapsdómar, men longu gamlaárskvøld varð galið aftur. Maðurin er fimm ferðir fyrr dømdur fyri harðskap, fyrstu ferð í desembur 2008, síðani septembur 2009, novembur 2011, desembur 2012 og seinast, undan hesum dóminum, juni 2015.
Verjin hjá ákærda segði, at ákærdi viðurkennir, at hann hevur tveitt fløskuna, men noktaði seg annars sekan, tí hann einki mintist.
- Hetta var ein býtt gerð, sum ikki burdi verið gjørd, segði verjin, men vildi annars vera við, at ákærdi royndi at tveita fløskuna tvørtur yvir mannamúgvuni og ikki ynskti at raka nakran. Tí metti hann, at hendingin ikki skuldi revsast sum vanligur harðskapur á skeinkistøðum.
Verjin metti ikki, at tað var rætt at ákæra ákærda eftir grein 245 um serliga grovan harðskap, tí hann metti ikki, at ákærdi nýtti fløskuna sum vápn í hesum føri. Harðskapurin var eitt úrslit av eini tilvild, metti verjin, og bað tí um, at maðurin ikki fekk harðari revsing enn tríggjar mánaðir fongsulsrevsing.
Dómarin valdi gylta millumvegin og dømdi mannin at sita fýra mánaðir, umframt at rinda endurgjald til órættaða og sakarmálskostnaðin. Hann metti, at vitnini høvdu sannførandi greitt frá, hvat var hent og at tað var ákærdi, ið hevði tveitt fløskuna. Hann vísti eisini til skaðarnar, sum órættaði hevði fingið og segði, at tá ein tveitir eina fløsku í eina mannamúgvu, so fer ein at raka onkran. Tí er tað eingin umbering, at ein ikki ætlaði at raka nakran.
Ákæruvaldið bað um, at maðurin verður sitandi í varðhaldinum, inntil hann kann byrja sína fongsulsrevsing, og vísti til, at hann varð so ofta revsaður fyri harðskap nú, at vandin fyri at hann gjørdi okkurt aftur, um hann varð leyslatin, var ov stórur. Hesum eftirlíkaði ákærdi, og varð hann tí førdur aftur í geglið.
Hóast tað í grundlógaravhoyrinum 4. januar varð tosað nógv um, at ákærdi hevði eitt ósunt forhold til rúsdrekka, varð viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar ikki partur av dóminum.
Les eisini Hevur eitt ósunt forhold til rúsdrekka