Dømdur fyri at smitta fyrrverandi konu sína við HIV

Maðurin, sum nú er dømdur sekur, skal hava logið fyri fyrrverandi konu síni, at hann var frískur, og hetta skuldu tey gera burtur úr við at hava kynsliga samlegu - uttan verju.

Ein maður í 40-árunum er í rættinum í Noregi dømdur fyri grova smittubering, har hann hevur smittað fyrrverandi konu sína við HIV. 

Maðurin er dømdur at sita í eitt ár og tríggjar mánaðir fyri at hava smittað fyrrverandi konu sína, tí hann ikki brúkti hít undir samleguni.

 

Verdens Gang skrivar, at maðurin var fullvitandi um, at hann hevði HIV-positivur. Umframt fongsulsdómin, skal hann rinda kvinnuni 130.000 norskar krónur.

 

- Maðurin skal vera blivin smittaður í 2013, men fór ikki í viðgerð fyrr enn í endanum av 2014, hóast lækni upplýsti hann um, at hann kundi bera øðrum smittu, áðrenn viðgerðin byrjaði.

 

Maðurin, sum nú er dømdur, skal hava logið fyri fyrrverandi konu síni, at hann var frískur, og hetta skuldu tey gera burtur úr við at hava kynsliga samlegu - uttan verju.

 

Sambært konuni, sum nú er HIV-positiv, at jú fleiri fáa HIV, tess skjótari gongur granskingin og menningin av heilivági móti smittuni, stendur í dóminum.

 

Sambært Verdens Gang skeyt maðurin dómin, sum dømir hann sekan í govari smittubering, inn fyri hægri rætt.