Ódnir ávirkaðu úrslitið hjá Trygd

Eftir at hava havt eitt avlop á 20,4 milliónir krónur í 2010 gjørdist 2011 væl lakari, og tað er ringa veðrið í fjórða ársfjórðingi, sum eru skuld í versnaða úrslitinum.

Kortini metir stjóri og stjórn, at úrslitið eftir umstøðunum er nøktandi.

- 2011 gjørdist eitt serstakt ár fyri Trygd. Eftir at vit hava havt eitt heppi samanfall av góðum veðrið og fáum skaðum seinastu 2-3 árini, so gjørdist 4. ársfjórðingur í 2011 søguliga ringur, m.a. orsakað av at Føroyar 24. november fingu vitjan av herviligastu ódnini síðani 1988. Ódnin hevði við sær óvanliga nógvar skaðar og virkaði til, at trýstið á felagið og starvsfólkini var stórt í hesum tíðarskeiðinum. Men av tí vit høvdu fyrireika okkum væl áðrenn, so spældi alt væl av og vit komu frá ódnini uttan stórvegis hóvasták – hóast ársúrslitið fekk ein dyggan smeit, sigur setti stjórin, Janus Thomsen.

31.12.2011 vóru samlaðu skaðaendurgjøldini fyri ódnina 24. november skrásett at vera 19,6 millónor krónir. Talið kann framvegis hækka nakað, so hvørt sum skaðarnir verða liðugt umvældir.

Somuleiðis vóru skaðaendurgjøldini fyri ódnina Jóladag skrásett at vera 3,8 millónir krónur við ársenda.

Tryggingargjøldini í 2011 vóru íalt 85,8 millónir krónur. Hetta er ein minking í mun til 2010, tá ið tryggingargjøldini vóru 86,2 mió.kr. Broytingin stavar fyri tað mesta frá lægri inntøkum frá biltryggingum.

Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2011 89,0 milliónir krónur, boðar Trygd frá.