Eitt lágtrýst, 1005 hPa, beint sunnan fyri Føroyar, fer í ein eystan. Eitt nýtt lágtrýst dýpist vestan fyri Skotland, sum í nátt mennist til eitt stormlágtrýst, sum væntandi fer yvir syðru oyggjunum og víðari í ein landnyrðing. Norðan fyri og vestan fyri lágtrýstið streymar køld polarluft inn yvir Føroyar av norðri og landnyrðingi. Kalda polarluftin fer at seta dagsskránna í eina lítla viku, meðan vetraræl floyma oman yvir okkum.
Í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 12 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s, harðast norðanfyri. Á syðru oyggjunum verður eitt skifti av útsynningi ella ymsum ættum, stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av tíðini og hitin millum 3 og 7 stig.
Í natt verður skrið ella stormur av norðri og landnyrðingi í Vágunum og norðrara parti av Streymoynni, 20 til 25 m/s, í hvirlunum upp í ódn, 30 til 37 m/s, og regnið broytist til vátasletting ella kava.
Sunnanfyri verður framvegis andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi ella ymsum ættum, 8 til 15 m/s, og nógv regn. Hitin millum 1 og 6 stig, kaldast norðanfyri.
Í morgin
Upp í hvassan storm av norðri, 20 til 25 m/s, í hvirlunum upp í ódn, um 35 m/s. Skýggjað og ælaveður, fyri tað mesta vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Skrið ella stormur av norðri og útnyrðingi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í kolandi storm, um 28 m/s, men út á dagin makar hann vindin. Skýggjað og kava- ella heglingsæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin
Fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið av norðri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, men vindurin makar gjøgnum dagin og um náttina verður eitt lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Framvegis ælaveður, mest vátaslettingur ella kavi, men um kvøldið og náttina yvirhøvur turt og hann klárar í. Hitin um dagin millum 0 og 3 stig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.
Sunnudagin og mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, mest sum vátaslettingur og kavi. Hitin millum 0 og 5 stig.