Ódnin Isaac komin inn yvir land

Tropiska ódnin Isaac fór inn yvir land beint vestan fyri Port Fourchon har eysturi í amerikanska statinum Louisiana fyri einum lítlum tíma síðani. Tað sigur amerikanska veðurstovan, sum samstundis upplýsir, at meðal vindferðin er um 35 metrar um sekundið, og at tað regnar sera illa.

Isaac er nú einar 100 kilometrar í útsynning úr New Orleans, og sum dagurin líður, fer hon í útnyrðing ígjøgnum Lousiana. Veðurstovan sigur, at vindurin fer at minka, men at avfallið verður millum 100 og 300 millimetrar og í støðum heilt upp í 500 millimetrar.

Nakrir av suðurstatunum eru lýstir í undantaksstøðu í sambandi við ódnarveðrið, og oljufeløgini hava tikið fólkið á nógvum pallum í Meksikoflógva.