Tað hevur verið av ringasta veðri í dag, men hesa seinastu løtuna hevur tað verið verið ein skái.
Tí hóast vindurin framvegis er nógvur, er hann minkaður nógv, afturímóti tí hann var fyri nøkrum tímum síðani, tá ið harðast leikaði á og nú er tað longri ímillum hvirlurnar.
Men tey, sum hildu, at nú var sloppið, fara so dyggiliga skeiv, tí seinni í kvøld, ella í nátt, herjar ódnin á aftur við fullari megi.
Hanus Kjølbro, veðurkønur sjómansskúlalærari sigur, at sostatt er hetta bara ein lítil skái, sum er í kvøld. Men á midnátt, ella kanska eitt sindur seinni, herjar ódnin á aftur við somu styrki, sum hon hevur herjað seinnapartin.
Hann sigur, at beint nú er lágtrýstið 250 fjórðingar norðanfyri okkum, men at vit liggja akkurát í tí ringasta. Lágtrýstið er líka langt úr Føroyum, sum tað er úr Íslandi, men har er ikki so frægt sum 10 metrar um sekundið.
Hetta lágtrýstið er 950 Hp, og tað er rættiliga lágt, tí í jólaódnini í 1988 var tað 934 Hp.
Hanus Kjølbro sigur, at í nátt, kanska serliga seint í nátt frá 3 til 6, verður aftur líka nógvur vindur sum tað hevur nú seinnapartin. Tað verður ikki nakar nevniverdur munur á veðrinum í nátt, og tí, sum hevur verið seinnapartin í dag, sigur hann.
Samstundis hækkar hann upp í útnyrðing, men so fer hann at minka vindin út á fyrrpartin, kanska 20 metrar um sekundið, men so minkar hann alsamt út á dagin.
Hanus Kjølbro sigur, at tá ið hendan ódnin farin aftur um, verður friður fyri óveðri, í hvussu so er so langt sum veðurforsagnirnar røkka.
Men tað verður framvegis eitt sindur av vindi, men ikki nakað ið líkist nøkrum ódnarveður.