Bobby Jindal, guvernørur í amerikanska statinum Louisiana, veit, hvussu stóran skaða tær tropisku ódnirnar kunnu gera, tí í New Orleans og aðrastaðni har um vegir eru framvegis mong minni um ódnina Katrinu, sum herjaði stór øki í Louisiana og grannastatunum síðst í august í 2005 og kravdi 1.800 mannalív.
Tí hevur guvernørurin sett statin í undantaksstøðu, nú tropiska ódnin Gustav er á veg uvir um Meksikanska Flógvan. Harafturat hevur hann givið fólki í New orleans boð um at fyrireika seg til at fara úr býnum, tí sambært veðurstovunum hevur Gustav kós ímóti býnum.
Higartil hevur Gustav kravt 23 mannalív á oyggjunum í Karibiska Havinum, og veðurfrøðingarnir siga, at Gustav kann gerast líka ring sum Katrina, tá hon kemur inn yvir amerikonsku suðurstrondina. Umleið 3.000 menn í amerikonsku tjóðarhirðini hava fingið boð um at standa til reiðar at hjálpa neyðstøddum.