Ódnarveður í Ný Sælandi

Í ný sælendska býnum Auckland hevur ódnarveður kravt trý mannalív, og fleiri fólk hava fingið skaða. Minst seks fólk eru flutt á sjúkrahús.

Sagt verður, at stór trø brotnaðu sum pinnabrenni, og blaðið New Zealand Herald skrivar, at ein meldurhvirla fór herjandi ígjøgnum býin og gjørdi stóran skaða. Hetta seinasta hevur veðurstovan ikki váttað, men veðurfrøðingarnir siga tó, at tað kann vera rætt.

Løgreglan hevur mælt fólki frá at fara út fyri dyr, og myndugleikarnir hava sent hermenn at hjálpa løgregluni, sum neyðstødd kunnu fáa hjálp.