Ódnin Ida, sum herjaði miðamerikanska landið El Salvador um vikuskiftið, hevur kravt minst 124 mannalív. 60 onnur eru ikki komin afturíaftur. Tað segði landsins forseti við eina útvarpsstøð í morgun. Hann segði eisini, at nógv hús eru so illa farin, at umleið 7.000 fólk noyðast at vera í tjaldlegum, sum myndugleikarnir hava sett upp.
Tað nógva regnið, sum ódnin hevði við sær, elvdi til vatnflóð og skriðulop, og sum skilst eru tað serliga skriðulopini, sum hava kravt mannalív.
Ódnin Ida hevur eisini gjørt stóran skaða í grannalandinum Nicaragua. Hon er nú á veg norðureftir og kemur til amerikonsku suðurstrondina seinni í vikuni, sigur amerikanska veðurstovan.