Ódnarveður í Filipsoyggjunum

Í Filipsoyggjunum hava meiri enn 40.000 fólk leitað sær skjól undan teirri tropisku ódnini Bopha, sum kom inn yvir oynna Mindanao í morgun.

Ódnin hevur sera nógv regn við sær, og vindferðin er oman fyri 200 kilometrar um tíman. Tað hevur gjørt, at streymurin er farin nógvastaðni, og øll samferðsla liggur still. Myndugleikarnir hava kortini ikki frætt nakað um, at ódnin hevur kravt mannalív, og tað kann hava samband við, at Benigno Aquino, forseti, hevur ávarað fólk og biðið tey taka Bopha í størsta álvara, sigur BBC.

Fyri einum ári síðani herjaði ódnin Washi Filipsoyggjarnar, tá tá doyðu eini 1.500 fólk.