Ódnarveður

Rættuligt ódnarveður hevur í dag leikað á í Føroyum og á havleiðunum kring Føroyar

Rættuligt ódnarveður hevur í dag leikað á í Føroyum og á havleiðunum kring Føroyar. Vindurin hevur verið nógvur kring landið, og onkrar skaðafráboðanir hava verið. T.d. hevur ein hvirla tikið ein bil út av vegnum á Kambsdali, ein hvirla hevur syft nøkur børn í Leirvík og takið á íróttarhøllini í Trongisvági tók um middagsleitið at ríva, men fingu fólk seinni steðga tí at ríva heilt.


Í Mykinesi varð mált heilt upp í 40 m/sek kl. 18:00 í kvøld.