DNA kanning avdúkar: Hon er ikki dóttir Dali

Líkið av listamálaranum Salvador Dali varð grivið upp, tá ein kvinna vildi vera við, at hon var dóttir málarans. Tað er hon ikki.

 

Upplýsingarnar um  dna-kanningina eru ikki váttaðar av myndugleikunum ella av sakføraranum hjá kvinnuni.

 

Dna kanningin dokumenterar einferð med alla pástandin hjá eini spanskari kvinnu um, at hon er dóttir Salvador Dali.

 

Tað upplýsir grunnurin Gala-Salvador Dali í eini fráboðan.

 

Grunnurin skrivar sambæart AP tíindastovuni, at hann hevur fingið svar frá tí dómstólinum, sum hevur bílgt royndina. Sakførarin hjá kvinnuni svarar ikki uppringinum, og myndugleikarnir hava ikki vátta upplýsingarnar.

 

Ein talsmaður fyri dómstólin sigur við amerikonsku tíðindastovuni, at partarnir eru kunnaðir um úrslitið, men enn er tað ikki almannakunngjørt.

 

– Dna-kanningin vísir, at Pilar Abel ikki er dóttir Dali, skrivar grunnurin sambært AFP.

 

Líkið av Dali varð grivið upp í juli, so til bar at taka dna royndir av honum, sum skuldi avgera faðirskapsmálið.

 

Teir serfrøðingar, sum skuldu gera kanningarnar, máttu eskorterast til gravstaðið, tá ein mannamúgva varð komin saman á staðnum.

 

Listarmaðurin liggur girvin uttan fyri Salvador Dali-savnið í Figueres í landnyrðingspartinum av Spania.

 

Grunnurin Gala-Salvador Dali hevði roynt at stegða ætlanunum um at lata grøvina uppaftur.

 

Spanski málarin hevur verið deyður í 28 ár. Tað verður hildið, at hann var barnleysur.

 

Men 61 ára gamla Maria Pilar Abel úr Catalonia hevur hildið uppá, at hon var dóttir kenda málaran.

 

Hon heldur uppá, at mamma hennara hevði verið góð við listarmannin, tá hon arbeiddi í Port Lligat nærindis Figueres, har Dali er føddur.

 

Salvador Dali búði í einum lítlum fiskimannabýi í mong ár, og tað var sambært Abel í hesum tíðarskeiði, at mamma hennara gjørdist við barn.

 

Hetta páhaldið verður nú afturvíst við dna-kanningini.

 

Til kanningina tóku serfrøðingar dna-royndir av húðini hjá Salvador Dali, neglum og pørtum av beinagrindini.

 

Grunnurin hevur sagt, at faðirskapsmálið kann kosta Mariu Pilar Abel nógv.

 

– Um Pilar Abel ikki er dóttir Dali, so mugu vit biða hana dekka útreiðslurnar av uppgrevstrinum, hevur ein av advokatunum hjá grunninum sagt sambært AP tíðindastovuni.

 

/ritzau/