Tað ber til at síggja, hvar í landinum ein fartelefon er stødd, tá ið hon gevur frá sær sms, tekur ímóti ella tosað verður í telefonini. Fartelefonir við Føroya Tele haldi geva eisini av sær sjálvum boð regluliga, hvar tær eru, bara tær eru tendraðar.
Tá ið Piddi endaði sína seinastu samrøðu 4. november klokkan 03.31, var hann heima, og tá var telefonin eisini heima hjá honum.
Men ein tíma og 20 minuttir seinni var talefonin nærindis Norðoyatunlinum.
- Nei, eg var ikki har. Eg fór heimanifrá tá, segði tann ákærdi.
Hann segði, at hann tá var á veg til tunnilin at kanna, um nakað var at síggja, tí hann hevði sæð bilin fara inn í tunnilin um náttina.
Ákærin greiddi frá, at báðar telefonirnar vóru á sama øki um sama mundið, men tgann ákærdi maðurin helt fast við, at hann ikki hevði havt telefonina hjá Pidda.
Nakað seinni boðaði telefonin hjá Pidda frá, at hon var stødd á økinum, har tann ákærdi búði.
Og nakað seinni var telefonin á økinum, har bústaðurin hjá Pidda var. Løtu eftir var telefonin aftur á Nesi, og so varð hon sløkt.
- Nei, eg hevði ongantíð telefonina hjá honum, segði ákærdi.
Týsdagin greiddi ákærdi annars frá, at fyrrverandi konan hevði rætt honum telefonina hjá Pidda, men í gjár segði hann, at hetta ikki varð satt.
Telefonin hjá Pidda varð í februar funnin í bjálvingini í húsunum hjá ákærda á Nesi. Hvussu tað bar til, visti hann ikki.
Maðurin fekk undir eini avhoyring at vita, at hansara DNA varð funnið á talefonini.
Hann helt í rættinum í gjár fast við, at hann ikki hevði nortið telefonina. Um hansara DNA var á telefonini, mátti onkur annar hava gjørt tað fyri at fella hann.