Kriminalpolitiið sigur seg nú hava fullgóð prógv fyri, hvør breyt inn hjá Bergtóru Poulsen í Klaksvík 13. februar í ár. Tá Bergtóra Poulsen kom aftur úr Danmark, hevði óvælkomin gestur verið inni í húsum hennara. Viðkomandi hevði havt ótrúliga løgnan atburð og hevði verið runt um alt húsið, men hevði einki stolið uttan seingjaklæðini og hevði hartil eisini lagt síni egnu undirklæðir eftir, ballað inn í eitt handklæði saman við myndum úr húsinum.
Við tað at blóð av viðkomandi var nógva staðni í húsunum, bar til at senda blóðroynd til DNA-kanningar, og í morgun kom svarið.
Úrslitið vísti, at blóðið var av einum manni, sum er avhoyrdur, og blóðroynd varð tikin av í tí sambandi. DNA var tað sama.
Maðurin er í morgun til avhoyringar hjá kriminalpolitinum í Havn.