Tey, sum búgva fram við vesturstrondini í Meksiko, hava fingið boð frá myndugleikunum um at fyrireika seg til nógvan vind og gloprarregn, nú tann tropiska ódnin Paul nærkast landi.
Veðurmenninir ávara serliga um tað nógva regnið, sum Paul kemur við. Teir vænta bæði vatnflóð og skriðulop, men væntandi fer ódnin eisini at elva til stóra flóð fram við strondini og ringan sjógv, og tí er skipaferðslan eisini ávarað.
Samstundis boða amerikonsku veðurmenninir frá einari aðrari ódn, sum nærkast landi uttan úr Atlantshavinum. Hendan ódnin hevur fingið heitið Rafael og er í løtuni sunnan fyri Bermuda.